0
Din indkøbskurv

Opdaterer kurv

stk. a

-
+

Tilkøb:

stk. a

Din kurv i alt (ex. fragt)

Handel videre

Gå til kurven
Dankort VISA VISA Elektron American express Santander Mobilepay

Møblér med Eikin

Møblér Eikin

Om os

Eikin varð stovnað í 1998 av Birgit og Gunnari Breckmann og Tummas Jákup Høj og húsaðist fyrstu tíðina á 150 m2 í smáum hølum miðskeiðis á Argjum. Endamálið var at bjóða føroyingum dygdarmøblar fyri rímuligan kostnað. 

Eftirspurningurin vaks skjótt og leitað varð tí eftir rúmligari hølum.

Í 1999 varð virksemið flutt í sermerkta og hugnaliga “Spinnaríið” við Sandá. Tað munnu vera fá virki í Føroyum í dag, sum húsast í náttúruvakrari umhvørvi enn Eikin.

Í 2001 fór Eikin í samstarv við møblaketuna Smag & Behag, sum í 2014 legði saman við møblaketuna DanBo og broytti navn til Møblér ( sí www.møbler.dk )

Í 2011 varð eisini samstarvsavtala gjørd við KVIK køkar (sí www.kvik.dk ). Við hesum avtalum tryggjar Eikin kundum sínum best møguligu prísir og tænastu innan innbúgv so væl sum køkar.

Handilin umboðar í dag stílfullu nútímans sniðini, eins væl og ta meira traditionellu klassisku linjuna. Felagsnevnarin fyri alt okkara úrval er dygd og stílur heilt niður í minstu smálutir.

Í 2013 lat Eikin upp nýggja møbladeild á 700 m2 í Jónas Broncksgøtu 17. Úrvalið har fevnir víða: Madrassur og klæðiskáp, barna og ungdómsmøblar, og so sjálvandi eisini allar vanligar stílfullar møblar.

Í dag hevur Eikin sostatt 1.500 m2 av framsýningarhølum. Tað er ein tíggjufalding í kvadratmetrum síðan vit lótu upp í 1998. 

Vælkomin inn á gólvið.

Du handler hos Møblér Eikin

Kontaktinformationer:

Butiksejer(e):
Gunnar Breckmann
Adresse:
Spunagøta 1, FO-160 Argir
Telefon:
E-mail:

Åbningstider:

Man - fre        10.00 - 17.30
Lør      10.00 - 16.00